Fleiri nýggj starvsfólk hjá LM Electric
LM Electric brynjar seg á fleiri økjum.
Í seinastu viku byrjaði Alexander Samuelsen í starvi hjá LM Electric. Alexander er útbúgvin sterkstreymsverkføðingur á DTU. Umframt verkfrøði, er hann útbúgvin elektrikari. Alexander er í løtuni í holtur við útbúgving innan KT verkfrøði á Setrinum, og verður væntandi liðugur seinni í ár. Alexander verður knýttur at umsitingini, har hann kemur at ráðgeva, umframt at vera verkætlanarleiðari. Alexander er 33 ár og er úr Tórshavn.
Áki Johannesen byrjaði somuleiðis í seinastu viku í starvi hjá LM Electric. Áki er útbúgvin maskinsmiður, hann er 20 ár og er av Toftum.
Niklas Magnusson byrjaði í hesari vikuni, hann er útbúgvin elektrikari. Niklas er 27 ár, og er úr Tórshavn.
Fróði Kristiansson Dahl byrjaði eisini í hesari vikuni, er 37 ára gamal og er byrjaður sum lærlingur hjá okkum. Fróði er úr Tórshavn.
Í aðru viku byrjar Marita Thorsteinsson somuleiðis sum lærlingur hjá okkum, Maita er 25 ár og búsitandi á Selatrað.
Vit ynskja teimum øllum hjartaliga vælkomin í starv hjá LM Electric.