Olga Esterina Kislova og Sámal Jákup Jóhannusarson
Tveir av okkara dugnaligu lærlingum, Olga Esterina Kislova og Sámal Jákup Jóhannusarson, vóru í farnu viku útlærd sum elektrikarir.
Vit samlaðust í kaffistovuni fyri at hátiðarhalda tey bæði, har tey fingu handað prógv, blómutyssi og gávu.
Olga og Sámal Jákup vera verandi í starvi hjá okkum og tað fegnast vit um.
Vit vilja enn einaferð ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.