Verkætlanin

LM Electric hevur loyst stórar arbeiðsuppgávur fyri SEV seinastu árini.

Vit høvdu nógv at gera í samband við Tangagarðin, sum SEV hevur gjørt á Sundi, har vit í fyrsta umfari tóku okkum av øllum el-installatiónum. Eisini gjørdu vit sjálvvirkandi brandávaringarskipanina, sjálvvirkandi gassávaringarskipanina og sjálvvirkandi kameraskipanina, umframt at vit gjørdu alt fipurarbeiði saman við OPUS og BWSC.

Síðan hava vit eisini arbeitt í samband við víðkanini av sjálvum Sundsverkinum, í samband við, at SEV setti nýggjar motorar upp á Sundi.

Har hevur okkara arbeiði verið at gjørt el-installatiónirnar, sett DALI-ljósstýringina, leverað eina neyðgeneratorskipan við tveimum generatorum á 700kVA. Eisini hava vit leverað eina sjálvvirkandi brandávaringarskipan (ABA), sum hevur digitalt panel til sløkkiliðsfólkini, automatiónsprojekt til kølipumpur, hitakaðalskipan og neyðljósskipan.

  • El-installatiónir
  • Hitakaðal
  • Neyðljósskipan
  • Automatión- og pumpustýringar
  • Ljósstýring
  • UPS
  • 2stk generatorar á 700kVA

Stutt um verkætlanina

  • Byggiharri: SEV
  • Ráðgevarar: SNA, LBF og SMJ
  • Høvuðsarbeiðstakari: Articon
  • Stødd: 10.700m2
  • Liðugt: 2020

Verkætlanarleiðari & Formaður