+298 351220

Hvítvøruverkstaður

LM Electric hevur ein væl mannaðan hvítvøruverkstað, har vit umvæla og viðlíkahalda øll tey merki, sum samtakið umboðar. Teknikararnir hava meira enn 30 ára starvsroyndir og teir eru javnan á skeiði. Tí hava vit altíð ta nýggjastu vitanina um hvítvørur og stórkøkar og tað, sum hartil hoyrir.

Hvítvøruverkstaður okkara er tó meira enn ein vanligur hvítvøruverkstaður. Vit hava eisini eftirlit við CardiAid hjartastartarunum, sum vit selja og seta upp.

Eisini útvega vit eykalutir, umvæla og levera til flest øll sløg av billyftarum. Hvítvøruverkstaðið hjá LM Electric er góðkent av Arbeiðseftirlitinum til at gera kravdu árligu eftirlitini, sum billyftarnir skulu hava.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.