+298 351220

Um okkum

Pf. LM Electric er sprottið úr elstu el-innleggingarfyritøku í landinum, pf. Leif Mohr.

Leif Mohr byrjaði við sínum virksemi í 1935, og fyritøkan hevur drúgvar royndir á hesum økinum. Í 2000 var avgjørt at leggja alt el-innleggjaravirksemi hjá Leif Mohr í dótturfelagið LM Electric, sum eitt handverkarafelag í breiðastu merking.

LM Electric er ein av teimum allarstørstu og elstu el-innleggjarafyritøkum í landinum, og vit standa javnan fyri fleiri størri el-innleggingaruppgávum samstundis. Hetta gera vit bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við føroyskar og útlendskar entreprenørar og veitarar. LM Electric er eisini heildarveitari á sínum virkisøki, og vit bjóða okkum tí at standa fyri bæði ráðgeving, projektering og at gera arbeiðið.

Vit leggja stóran dent á fakligan førleika. Tí hava vit fólk í starvi við serkunnleika til allar el-tekniskar skipanir. Okkara fak broytist allatíðina, og tí leggur LM Electric stóran dent á at vitanin hjá starvsfólkunum altíð er dagførd við skeiðum og eftirútbúgving. Hetta fyri at kunna nøkta tørvin hjá okkara viðskiftafólki og fyri altíð at kunna veita teimum ta allarbestu tænastuna.

LM Electric leggur eisini stóran dent á, at útbúgva fólk til yrkið. Vit taka javnan lærlingar inn.

Hjá pf. LM Electric er góðska og dygdargott handverk ein sjálvfylgja. Og okkara aðalmál er, at okkara veitingar skulu avgreiðast:

  • við fakligum kunnleika
  • við dygdargóðum tilfari
  • við góðsku í hásæti
  • sambært galdandi reglugerð, normum og standardum
  • sambært avtalu um tíð og prís
  • í tráð við eitt trygt og heilsugott umhvørvi