+298 351220

Eftirlits- og ávaringarskipanir

Eldur, innbrot og líknandi kunnu gera óbøtandi skaða. Tí eru eftirlits- og ávaringarskipanir neyðugar fyri at verja seg ímóti slíkum óhappum. Vit hava fólkið og vit hava royndirnar. Vit hava útbúgving og góðkenning frá Brunaumsjón Landsins. Í samstarvi við altjóða fyritøkuna Siemens bjóða vit dygdargóðar eftirlits- og ávaringarskipanir.

Vit hava eina deild, sum burturav tekur sær av ávaringarskipanum. Í løtuni arbeiða umleið 10 starvsfólk á deildini; elektrikarar, serfrøðingar í veikstreymi og maskinmeistarar, sum javnan eru á skeiði hjá okkara veitarum fyri at dagføra sína vitan.

LM Electric hevur allar neyðugar eykalutir á goymslu.

Janus S. Rasmussen

Leiðari
Trygdarskipanir
Smærri verkætlanir og el arbeiði
Elektrikari