+298 351220

Fibur- og netinnleggingar

Fibur

LM Electric hevur nýmótans útgerð og kann tí veita tænastu viðvíkjandi fiburinnleggingum. Vit hava væl útbúgvin starvsfólk við týðandi skeiðum og førleikum.

Allar nýggjar innleggingar verða gjørdar og testaðar eftir galdandi standardum.

Eisini kunnu vit eftirkanna og rætta eina eldri innlegging fyri at tryggja at innleggingin er í lagi.

Kopar

Tá ið ein innlegging skal gerast, er sera umráðandi at hugsað verður um órógv, sum kann ávirka netinnleggingina. LM Electric hevur hollar royndir innan hetta øki, og vilja vit altíð hjálpa og ráðgeva kundanum við at fáa tí bestu loysnina til sín tørv.

Tá LM Electric ger eina netinnlegging, verður øll innlegging gjørd á einum høgum yrkisstigi, har kaðlar vera lagdir við umhugsni og nærlagni. Eftir at innleggingin er uppsett, verður hon mátað við mátitólum í besta klassa og galdandi støði.

Kenneth Johannessen

Tekniskur stjóri
Sterkstreymsverkfrøðingur
Elektrikari

Janus S. Rasmussen

Leiðari
Trygdarskipanir
Smærri verkætlanir og el arbeiði
Elektrikari