Jóhannus útlærdur

Fríggjadagin 1. januar var, Jóhannus Johannessen, ein av okkara dugnaligu lærlingum útlærdur sum elektrikari. Vit gleðast um at hann heldur fram í starvið hjá okkum.

Av tí tilmæli ikki loyva størri bólkum at samlast, var ein lítil hátíðarløta hildin saman við honum og teimum hann dagliga arbeiðir saman við.

Vit vilja enn einaferð ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.