Elektrikari og lærlingur
Vegna økt virksemi í Eysturoynni, leita vit eftir elektrikara og lærlingi at byrja sum skjótast.
Leif Mohr er størsti el-innleggjari í Føroyum. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum, og gevur hetta tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv sum elektrikari. Í løtuni starvast yvir 80 fólk í fyritøkuni, og uppgávurnar eru bæði spennandi, mennandi og fjølbroyttar.
Fyri okkum er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum starvsfólk lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og dugnaligum starvsfeløgum.
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri økinum, og ert hugagóður til hetta arbeiðið. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, so er tað ein fyrimunur. Annars er ein fyrimunur um tú:
- Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði.
- Hevur góð samstarvsevnir.
- Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi.
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í støðugari menning. Sum elektrikaralærlingur fært tú við undirvísing á Tekniska skúla eina haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kenneth Johannenssen, tekniska stjóra, á teldupost kj@lm.fo ella telefon +298 291237.
Umsóknin skal sendast á kj@lm.fo ella lm@lm.fo, har tú fortelur eitt sindur um teg sjálva(n), og hví tú ynskir at starvast/koma í læru sum elektrikari. Freistin at søkja størvini er longd til fríggjadagin 6. septembur. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.