Teknikari til trygdardeildina

Tørv á nýggjum avbjóðingum?

Ert tú teldukønur teknikari við royndum innan uppsetan av tekniskum skipanum? Ella kanska elektrikari, ið hevur hug at royna nýggjar leiðir? So hava vit eitt spennandi starv til tín, har tú hevur góðar møguleikar at menna teg, bæði persónliga og fakliga. Sum teknikari hjá okkum, møtir tú fjølbroyttum arbeiðsuppgávum innan tekniska trygd av bygningum. Skipanir, bæði innan alarm og trygd, skulu setast upp, umframt at uppgávurnar eisini fevna um feilfinning og tænastueftirlit. Fyritøkan er í alsamari menning, ið telist fleiri enn 80 starvsfólk.

Talan eru serliga um hesar skipanirnar:

  • ABA (automatisk brand alarm)
  • AIA (automatisk innbrots alarm)
  • ADK (automatisk hurða kontrol)
  • AVA (automatisk varsling alarm)
  • ABV (automatisk brand ventilatión)
  • ARS (automatisk rúm sløkking)
  • ITV (sjóvarps yvirvaking)

Vit vænta, at tú hevur tekniska útbúgving (sum t.d. elektrofakteknikari ella datateknikari), ella ert útbúgvin elektrikari. Royndir innan júst hetta økið er ikki eitt krav, men kann vera ein fyrimunur. Umframt hetta ynskja vit sjálvandi, at tú hevur áhuga innan øki, og ert álítandi og arbeiðssamur.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Janus Rasmussen, leiðara, á teldupost jr@lm.fo ella telefon 29 12 80.

Umsókn kann sendast til lm@lm.fo, har tú fortelur eitt sindur um teg sjálvan. Seinasta freist at søkja starvið er fríggjadagin 5. apríl. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.