Ægir útlærdur

Tann 09.10.2020 var Ægir T. við Úlvsá útlærdur sum elektrikari. Vit vilja ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Eisini gleðast vit um, at hann heldur fram í starvi hjá okkum.

Av tí at vit ikki kunnu samla nógv fólk í hesum døgum, fekk hann prógvið handa á lítlari samkomu á arbeiðsplássinum.