Conrad Dahl Lauritsen
Conrad Dahl Lauritsen, ein av okkara dugnaligu lærlingum, var tann 20. mai útlærdur sum elektrikari.
Vit samlaðust í kaffistovuni fyri at hátiðarhalda Conrad, har han fekk handað prógv, blómutyssi og gávu.
Conrad kemur at vera verandi í starvi hjá okkum fram til summar, tá hann fer at útbúgva seg víðari.
Vit vilja enn einaferð ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.