Elektrikaralærlingar

Søkt verður eftir lærlingum, at byrja skjótast gjørligt.

LM Electric er Føroya størsti el-innleggjari. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum, og gevur hetta tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving sum elektrikari. Vit eru gott 50 fólk í starvi, og uppgávurnar eru bæði spennandi, mennandi og fjølbroyttar.

Hjá LM Electric er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum lærlingur lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og dugnaligum starvsfeløgum.

Vit vænta

At tú hevur áhuga fyri økinum og ert hugagóður til hetta arbeiði. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, so er tað ein fyrimunur. Annars er ein fyrimunur um tú:

  • Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði.
  • Hevur góð samstarvsevnir.
  • Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi.

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning, og sum saman við undirvísing á Tekniska skúla gevur eina haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.

Meiri fæst at vita

um starvið við at venda sær til Paula Hofgaard (ph@lm.fo) á telefon 35 12 20.

Umsókn saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. skulu vera Pf. LM Electric, postboks 3100, 110 Tórshavn,  skjótast tilberð.