Jóannis á Steig og Markus J. Hansen útlærdir sum elektrikarir

Tveir av okkara dugnaligu lærlingum, Jóannis á Steig og Markus J. Hansen, eru nú vornir elektrikarir.

Jóannis var útlædur mánadagin tann 19.06.2023 og hettar hátíðarhildu vit í kaffistovuni, har hann fekk handað prógv, blómutyssi og gávu.

Markus var útlærdur fríggjadagin tann 23.06.2023. Markus fara vit at hátíðarhaldi seinri, tá hann heldur sveinaveitslu.

Teir vera báðir verandi í starvi hjá okkum og tað fegnast vit um.

Vit vilja enn einaferð ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.