Elinstallatørur til LM Electric

Søkt verður eftir einum ágrýtnum fólki, ið hevur áhuga, hugflog og initiativ til at vera við til at menna LM Electric.

Vit kunnu bjóða
Tær eitt fjølbroytt og áhugavert arbeiði. Vit hava uml. 60 fólk í starvi, og kemur tú at taka tær av alskyns uppgávum. Tú fært gott innlit í nógv viðurskifti, so sum kundatænastu, fyriskipan, ráðgeving og projektstýring. Vit kunnu eisini bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í menning. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.

Starvið
Felagið hevur stórar verkætlanir og nógvar uppgávur fyri framman. Sum installatør skalt tú saman við leiðslu felagsins seta mál og vera við til at menna el deildina. Fremsta uppgávan verður projektleiðsla og ráðgeving.

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • Ráðgeving og projektleiðsla
  • Samskifti við viðskiftafólk og starvsfólk.
  • Daglig leiðsla av verkætlanum v.m.

Krøv til starvið
Tú mást hava áhuga fyri økinum, og best hevði verið, um tú hevur royndir frá líknandi arbeiði. Tað er ein fyrimunir um tú:

  • Royndir í projektering av el-verkætlanum
  • Ert vanur at skipa fyri
  • Ert fyrikomandi og kundavinaligur.
  • Ert el-innleggjari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • Hevur góð samstarvsevni.
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert arbeiðssamur, røkin og hugagóður til hetta arbeiði.

Tað er fyrimunur um tú hevur royndir við Revit og AutoCAD

Vit leggja dent á, at tú hevur áræði og vilja til at gera mun, til gleði fyri teg sjálvan, tínar starvsfelagar og fyritøkuna.

Meiri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Kenneth Johannessen (kj@lm.fo) á telefon 35 12 20.

Umsókn
Saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. kann sendast til kj@lm.fo.