Hjalti Toftum Jógvanson

Týsdagin 5. januar byrjaði Hjalti í starvi hjá okkum sum Elinnleggjari. Hjalti kemur at taka sær av verkætlaninum, tilboðsgeving, ráðgeving, kundarøkt v.m.

Hjalti er útbúgvin elektrikkari hja EL Team Vest í Danmark og hevur síðani lisið til el installatør á UCL í Vejle.

Vit vilja ynskja Hjalta hjartaliga vælkomnan til LM Electric.