LM dagur 2021
30. oktober í ár skipaði LM fyri einum hugnaligum ítróttardegi fyri starvsfólkini í felagnum. Kappast var í renning, innandurarógving, borðtennis, seymsláing og dart. Eisini var parkeringsøkið avsett til ein go-kart bana, soleiðis at møguleiki var at royna seg við tí eisini.
Starvsfólkini vóru deild uppí 10 bólkar, og sluppu øll at luttaka í teimum greinum teimum lysti. Kappingin var skipað soleiðis at hon var fyri øll – tey sum vildu sleppa at kappast sluppu tað, og tey sum bara vildu vera við, sluppu eisini tað.
Aftaná at allar kappingarnar vóru lidnar, bleiv hildin ein hugnaløtu har tað stóra kalda LM borðið bleiv avprøvað. Eisini var møguleiki at svala sær á í hitapottum úti í túninum.
Alt í alt ein sera góður dagur, sum heilt sikkurt verður gjørdur aftur.