Niels Biskopstø er nýggjur maður í starvi hjá LM Electric

Niels stóð í læru sum elektrikari hjá JT Electric á Kambsdali og lærdi seinni til maskinmeistara.

Niels hevur serliga arbeitt innan ídnaðin. Tað verið seg alivinnuna, virkir annars umframt skip og bátar. Niels hevur verið verkstaðsleiðari og projektleiðari á stórum verkætlanum, sum til dømis S24 smoltstøðini hjá Bakkafrost við Strond.

Niels hevur drúgvar royndir og vitan innan økir sum frekvensstýrdum skipanum, alarmskipanum, ilt og ozon skipanum, vektum og fóðurstýringum.

Eisini hjá LM kemur Niels arbeiða innan ídnaðin. Bæði sum projektleiðari og við víðlíkahald og support. Vit bjóða Niels hjartaliga vælkomnum og gleða okkum til samstarvið.

Niels Holm Biskopstø

Verkætlanarleiðari
Maskinmeistari
Elektrikari