Ólavur Fjørdal og Rúni Johannesen byrjaðir í starvi hjá LM Electric
Mánadagin 25. januar byrjaðu Ólavur og Rúni í starvi hjá okkum sum ávíkavist elektrikkari og lærlingur.
Ólavur er av Tvøroyri, hevur lært hjá Varðanum Pelagic og arbeitt har í áleið 2 ár sum sveinur.
Rúni er 18 ára gamal og hevur 1. støðisár innan el í tekniska skúla í Klaksvík
Vit vilja ynskja teimum báðum hjartaliga vælkomnar til LM Electric.