Pauli Sømark útlærdur

Fríggjadagin 9. apríl var, Pauli Sømark, ein av okkara dugnaligu lærlingum útlærdur sum elektrikari. Vit gleðast um at hann heldur fram í starvi hjá okkum.

Vit samlaðust í kaffistovuni fyri at hátiðarhalda Paula, har han fekk handað prógv, blómutyssi og gávu.

Vit vilja enn einaferð ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini.