Tríggir sveinar til LM Electric

Í hesu vikuni byrjaðu tveir sveinar í starvi hjá LM Electric.

Ejvind R. Dahl, sum fyrr hevur verið í starvi hjá okkum, byrjaði aftur mikudagin. Ejvind hevur lært hjá okkum og hevur tey seinastu árini starvast í norsku frálanda vinnuni, men hevur nú valt at koma í starv hjá okkum aftur. Ejvind er 34 ár og býr í Havn

Bárður Anthoniussen, Elektrikari og Maskinmeistari byrjaður mánadagin í starvið hjá okkum. Bárður er 42 ár og býr í Havn

Mánadagin tann 24. oktober byrjar Oddmar Tróndheim, elektrikari í starvið hjá okkum. Oddmar hevur staðið í læru hjá EL–IN í Klaksvík, er 24 ár og býr á Toftum.

Vit vilja ynskja teimum øllum hjartaliga vælkomnar til LM Electric.