Verkætlanin

LM Electric hevur ráðgivið um el, umframt at hava el arbeiðstøkuna av um- og útbygging av Angus Steakhouse.

Um- og útbyggingin byrjaði fyrst í apríl og hevur bert vart í 4 mánaðir, har Emilia fastfood og súkluskúrurin er tikin burtur og húsið, har Angus er, er víðkað. Angus er heildarumvælt og húsar í dag tvífalt so nógvum gestum sum áður. Tað er gjørdur ein nýggjur stórkøkur við sera góðum umstøðum. Pylsuvognurin er nýtímansgjørdur við egnum køki. Mungo er tann nýggi møguleikin, har tað er møguligt at heinta mat heimvið, uttan at koma inn í sjálva matstovuna. Umframt hetta, eru starvsfólkarúm, teknikrúm, vesir og annað.

LM Electric ger m.a. hesar uppgávur fyri kundan:

  • El installatión
  • Samskifti og kunning
    • Net innlegging
    • Ljóðskipan
    • Trygdarljósskipanir (Útgonguljós)
  • Sjálvvirkandi brandalarmskipan (ABA, ABDL)
  • Bygningssjálvvirkni (IBI )
    • Ljósstýring, DALI

Stutt um verkætlanina

  • Byggiharri: Dvøljan
  • Ráðgevarar: Kontrast, LME, Demich
  • Arbeiðstakari: Eysturlon, LME, Demich, Juul Gravstur, Uni Zachariasen o.a.
  • Útbyggingin: Umleið 250 m2
    • Angus Steakhouse er endurnýggja og tekur nú 74 gestir.
    • Mungo er ein nýggj tænasta har tú kanst keypa mat heimvið.
    • Pylsuvognurin er eisini endurnýggjaður.
  • Hølir: Matstova, Stórkøkur, Mungo og Pylsuvognurin.
  • Liðugt: juli 2021

Verkætlanarleiðari & Formaður

Kenneth Johannessen

Tekniskur stjóri
Sterkstreymsverkfrøðingur
Elektrikari

Kári Thomsen