Verkætlanin

LM Electric hevur ráðgivið um el, umframt at vit hava el arbeiðstøkuna av útbyggingini vestureftir á Hotel Føroyum. Hotel Føroyar bleiv bygt í 1983 har Leif Mohr hevði el arbeiðstøkuna.

Útbyggingin er í fýra byggistigum, har byggistig 1-2 er helmingurin av kømrunum, byggistig 3 er restin av kømrunum og byggistig 4 er vælveruhølir. Hotellið fær 71 nýggj kømur í fýra ymiskum sniðum. Tey eru vanlig- og rørslutarnað kømur, Suitur og familju kømur. Eisini kemur útbyggingin at betra um umstøðurnar viðvíkjandi vaskarí og língoymslu, og eitt nýtt vælveruøki.

LM Electric ger m.a. hesar uppgávur fyri kundan:

  • El installatión
  • Samskifti og kunning
    • Net innlegging
    • Fibur innlegging
    • IP/TV
  • Trygdarljósskipanir (Neyð- og útgonguljós)
  • Sjálvvirkandi brandalarmskipan (ABA, ABDL)
  • Bygningssjálvvirkni (IBI )
    • Ljósstýring, DALI

Stutt um verkætlanina

  • Byggiharri: Gist og Vist
  • Ráðgevarar: Búsetur, LME, Demich & Veri- Con
  • Høvuðsarbeiðstakari: Búsetur
  • Undirarbeiðstakarar: LME, Demich, Renovent, Uni Zachariasen o.a.
  • Útbyggingin: Umleið 3.500 m2
  • Kømur: 71 kømur, í ymiskum sniðum, Suitur, familjukømur, rørslutarnað- og vanlig kømur
  • Hølir: Vælveruhølir, língoymsla og vaskarí.
  • Liðugt: Kømur oktobur 2020
  • Liðugt: Vælveruhølir skulu vera liðug desembur 2020

Verkætlanarleiðari & Formaður

Kenneth Johannessen

Tekniskur stjóri
Sterkstreymsverkfrøðingur
Elektrikari