Verkætlanin
LM Electric hevur ráðgevingina umframt el arbeiðstøkuna í nýggju íbúðunum við Sundsvegin omanfyri rennibreytina.
Arbeiðið at gera íbúðirnar hevur hilnast væl higartil og vera tær fyrstu íbúðirnar latnar nýggju eigaranum í næstum.
Tað verða í alt 53 íbúðir á nýggja økinum. Íbúðirnar vera í trimum støddum ímillum 59m2 – 102m2. Øll verkætlanin verður vantandi liðug í 2023.
Byggiharri og høvuðsarbeiðstakari til hesa verkætlan er MTV Byggivirkið. Aðrir arbeiðstakarar eru LM Electric, Renovent o.a.
LM Electric loysir m.a. hesar uppgávur fyri kundan:
- El installatión
- Samskifti og kunning
- Net innlegging
- Fibur innlegging
Stutt um verkætlanina
- Byggiharri: MTV
- Ráðgevarar: MTV, LM Electric, Renovent
- Høvuðsarbeiðstakari: MTV
- Undirarbeiðstakarar: LME, Renovent o.a.
- Stødd: íbúðir frá 59m2 – 102m2
- Nøgd av íbúðum: 53
- Liðugt: 2023