Verkætlanin
LM Electric hevur ráðgevingina umframt el arbeiðstøkuna í nýggju stásiligu Mylnuni, har eisini 5 nýggj læknaviðtaluhølir við øllum hentleikum verða. Hjá LME eru vit glað fyri at kunna, saman við m.ø. Kontrast, Eysturlon og Demich, myndað hesa verkætlan. Mylnan flytir í nýggj hølir, ið verða bygd afturat verandi bygningi, og letur upp í nýggjum og størri sniði fyrsta ársfjórðing í 2023. Bygningurin sum áður hevur hýst tveimum læknaviðtalum, kemur nú at hýsa 5 læknaviðtalum. Hesi vera liðug annan ársfjórðing 2023.
LM Electric loysir m.a. hesar uppgávur fyri kundan:
- El installatión
- Samskifti og kunning
- Net innlegging
- Fibur innlegging
- Trygdarljósskipanir (Neyð- og útgonguljós)
- Bygningssjálvvirkni (IBI)
- Ljósstýring, DALI
Stutt um verkætlanina
- Byggiharri: P/F Fastogn
- Ráðgevarar: Kontrast, LME, og Demich
- Arbeiðstakarar: Eysturlon, LME, Demich o.a.
- Stødd: Umleið 1600m2
- Mylna og 5 læknaviðtalur
- Liðugt:
- Mylnan 1. ársfjórðing 2023
- Læknaviðtalur 2. ársfjórðing 2023