Verkætlanin

LM Electric hevur ráðgeving og el arbeiðstøkuna viðvíkjandi umbyggingini á Smyrilsvegi 20. Hettar er sera flotti bygningurin sum Brunatryggingin bygdi afturi í 80’unum. Tá var tað Leif Mohr, sum hevði el-arbeiðstøkuna.

Bygningurin er í trimum lonum. Fyrsta byggistig var gjørt í 2018 og var tað tann minsta lonin sum bleiv endurnýggja. Her hevur Numo skrivstovu í dag. Í mars 2020 bleiv stig tikin til at endurnýggja restina av bygninginum so hølini kunnu leigast til Taks. Við hesum fær Taks savnað sítt virksemi í Tórshavn og Argjum. Umvælingin skal vera liðug 2. novembur í ár.

SNA hevur saman við SMJ (vent) og LM Electric (el) staðið fyri ráðgevingini. Arbeiðstakarar eru m.a. Eysturlon, LM Electric, Renovent og Uni Zachariasen.

LM Electric ger m.a. hesar uppgávur fyri kundan:

  • El installatión
  • Samskifti og kunning
    • Net innlegging
    • Fibur innlegging
  • Bygningssjálvvirkni (IBI & CTS)
    • Ljósstýring, DALI

Stutt um verkætlanina

  • Byggiharri: Betri
  • Ráðgevarar: SNA, LME, SMJ
  • Arbeiðstakarar: LME, Eysturlon, Renovent Uni Zachariasen o.a.
  • Stødd: 3 lonir og tvey leigumál
  • Liðugt: Novembur 2020

Verkætlanarleiðari & Formaður

Kenneth Johannessen

Tekniskur stjóri
Sterkstreymsverkfrøðingur
Elektrikari

Janus S. Rasmussen

Leiðari
Trygdarskipanir
Smærri verkætlanir og el arbeiði
Elektrikari

Rúni T. Ludvig

Elektrikari