Verkætlanin
Í apríl 2014 skrivaðu LM Electric og Landsverk undir sáttmála uppá el arbeiðstøkuna í samband við nýggja miðnámsskúladepilin, Glasir.
Tá sáttmálin varð undirskrivaður, var talan um størsta sáttmála, sum nøkur føroysk el-fyritøka hevði gjørt í samband við nakra byggiuppgávu í Føroyum.
Upprunaliga fevndi sáttmálin um el installatión, ljósstýringar, generatorar, UPS anlegg frá Schneider Electric (APC/MGE), sjálvvirkandi brandalarmskipan (ABA) við digitalum paneli til sløkkiliðsfólkini, ávaringarskipanir, hurðaskipan (ADK), fipurarbeiði og netinnlegging, og stýring av hita og ventilatión (CTS stýring í samstarvi við Siemens). Harumframt vóru vit fram móti endanum av byggingini, eisini biðin um at gera stýringina til sprinklaraskipanina og neyðljósanleggið.
Arbeiðið byrjaði í mai í 2014 og var endaliga latið úr hondum í januar 2019. Tá hevði skúlin verið í nýtslu í umleið eitt hálvt ár.
Arbeiði sum vit hava gjørt er:
- El installatiónir
- DALI ljósstýring frá Helvar
- Neyðstreymskipan við generator og UPS
- Hurðaskipan ADK og AIA frá Siemens
- Brandanlegg ABA frá Siemens
- Varslingsanlegg AVA frá Exit sound
- Sprinklaraskipan AVS
- CTS skipan (undirarbeiðstakari hjá Siemens)
- Neyðljósskipan
Stutt um verkætlanina
- Byggiharri: Landsverk
- Ráðgevar: BIG arkitektar
- El arbeiðstakari: LM Electric
- Undirarbeiðstakari hjá Siemens at gera CTS
- Stødd: Umleið 19.500m2
- Liðugt: August 2018