Verkætlanin
Tórshavnar Eystara Kirkjuráð hevur saman við Ark. Albert Isfelt staðið fyri at henda stásiliga / hábærsliga kirkja er útint í verki.
Arbeiði byrjaði í 2005 við at Margretha drotning legði grundarsteinin, og høvuðsarbeiðstakarin Pf Articon bygdi og lat Kirkjuráðnum kirkjuna, sum var vígd Allahalgunasunnudag í 2007.
Pf. Articon hevur sum høvuðsarbeiðstakari staðið fyri byggingini av kirkuni, og hava vit saman við Spf Viggo A. Hansen, verkfr. staðið fyri øllum el arbeiðnum.
El arbeiðstøkan umfataði m.a. hesar innleggingar:
- Sterkstreymskipan, sum talvur, ljós, kraft v.m.
- Veikstreymskipan, sum EDV, Telefoni v.m.
- Sjálvvirkandi eldávaringarskipan, ABA
- Innleggingar til ventilatión, sum HVS, ringiklokkur, vindeygamotorar v.m.
- Innlegging saman við Kringvarp Føroya til hátalaraskipan, teleslyngu, ymiskt tól v.m.
Stutt um verkætlanina
- Byggiharri: Tórshavnar Eystara Kirkjuráð
- Ráðgevar: Kent Pedersen arkitektar
- Høvuðsarbeiðstakari: Articon
- Undirarbeiðstakarar m.a.: LME og Spf Viggo A. Hansen, verkf.
- Tikin í brúk: novembur 2007