Verkætlanin
Í desember 2011 bleiv flogbreytin í Vágunum longd úr 1250 metrum til 1799 metrar. Longda flogbreytin merkir at flogvøllurin nú kann taka ímóti nógv størri flogførum enn fyrr. Nýggj innflúgvingartól hava eisini bøtt munandi um reglusemið á flogvøllinum.
LM Electric stóð fyri el-arbeiðstøkuni. Arbeiðstøkan fevndi um alt frá koyriljósum til innflúgvingarljós.
Uppgávan var sera spennandi. Hettar tí tað bleiv arbeitt bæði á landi og á Leitisvatni. Arbeitt bleiv eisini alt samdøgrið, hettar fyri at vanliga rutuflúgvingin kundi halda fram ótarnað av arbeiðnum.
Myndirnar úr luftini hevur Fróði H. Poulsen tikið fyri okkum.
Stutt um verkætlanina
- Byggiharri: Vága Floghavn
- Høvuðsarbeiðstakari: J&K Petersen
- Flogbreytin longd frá 1250m til 1799m
- Tikin í nýtslu: Desembur 2011