Verkætlanin
LM Electric hevur ráðgivið, umframt el arbeiðstøkuna á nýggja stásiliga Umlættingar og Rehabiliterings Deplinum (URD). Hettar er tað fyrsta heimið av sínum slag, og er LME glaðir fyri at kunna, saman við m.ø. MTH, Lofti arkitektar og Demich, myndað hesa verkætlan. Heimið skal vera liðugt í desembur 2020. Pláss verður fyri 27 búðfólkum, har hvørt búðfólk hevur egið kamar og vesi við brúsu. Øll búðrúmini liggja út til haga, og hava sera gott og vakurt útsýni.
Umframt búðrúm, hevur heimið allar hentleikar eitt tílíkt heim skal hava. Fysio- og ergoterapi, stórkøk, matarsal, hvílirúm og seturstovu við køki. Eisini eru kontór, samtalurúm, língoymsla, skolirúm v.m.
LM Electric gjørdi m.a. hesar uppgávur fyri kundan:
- El installatión
- Samskifti og kunning
- Net innlegging
- Fibur innlegging
- IP/TV
- Trygdarljósskipanir (Neyð- og útgonguljós)
- Sjálvvirkandi brandalarmskipan (ABA, ABDL)
- Hurðaskipan (ADK)
- Sjúklingakallskipan
- Bygningssjálvvirkni (IBI & CTS)
- Ljósstýring, DALI
Stutt um verkætlanina
- Byggiharri: Tórshavnar kommuna
- Ráðgevarar: MTH, LME, Lofti arkitektar og Demich
- Høvuðsarbeiðstakari: MTH
- Undirarbeiðstakarar: LME, Demich o.a.
- Stødd: Umleið 2100m2
- Rúm: 27 Búrúm, umframt stórkøk ergo- og fysioterapi
- Liðugt: Desembur 2020